Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Ríkidømið hjá teimum trimum feløgunum í Felagnum Nótaskip er nú væl omanfyri tríggjar milliardir krónur. Roknskapirnir hjá feløgunum fyri 2022 eru júst blivnir almannakunngjørdir, og har sæst, at bara í fjør blivu tey trý feløgini Framherji í Fuglafirði, Palli hjá Marionnu í Klaksvík og Varðin í Gøtu 376 milliónir ríkari 

 

Nógvir pengar í nýggja makrelinum
Roknskapirnir hjá stóru uppsjóvarreiðaríunum fyri í fjør eru júst almannakunngjørdir. Og eins og undanfarin ár hava stóru kvotakongarnir innan makrelfiskiskapin spunnið gull: Framherji hevði 125 milliónir í vinningi, Palli hjá Marionnu 115 milliónir og Varðin í Gøtu 136 milliónir. Bara hesi trý feløgini høvdu sostatt 376 milliónir í vinningi samanlagt.

Eigararnir av feløgunum kenna ágóðan av góða úrslitinum. Palli hjá Marionnu rindar sínum eigarum slakar 12 milliónir í vinningsbýti, meðan Varðin rindar sínum eigarum góðar 28 milliónir. Framherji hevur hinvegin ikki valt at rinda sínum eigarum nakað vinningsbýti í 2022. 

 

Hóast Rasmussen-familjan, sum eigur Palla hjá Marionnu, fekk 11,5 milliónir útgoldnar í vinningsbýti, hevur felagið 915 milliónir í eginogn við árslok í 2022.

 

Næstan tríggjar milliardir ríkari seinastu tíggju árini
Framherji, Palli hjá Marionnu og Varðin eru skipað í Felagnum Nótaskip. Hetta eru eisini tey feløgini, sum hava fingið størsta partin av makrelkvotunum, sum Føroyar tilskrivaðu sær umleið ár 2010, og sum landsstýrið síðani býtti út. 

Bara tey seinastu 10 árini, síðani 2013, eru eigararnir av hesum trimum feløgunum blivnir næstan tríggjar milliardir ríkari. Samanlagdi eginpeningurin er vaksin við tveimum milliardum og 113 milliónum, meðan 520 milliónir eru rindaðar út í vinningsbýti. 

Tað ríkasta felagið er Varðin í Gøtu, sum sambært sínum seinasta roknskapi hevur 1,7 milliard í eginpeningi. Varðin hevur rindað sínum eigarum 268 milliónir í vinningsbýti seinastu 10 árini. 

Hesir pengarnir eru farnir til 11 persónar, sum eiga Varðan. Teir eru Arni Hansen, Bogi Jacobsen, Frits Thomsen, Jaspur Hansen, Jógvan Dávid Jacobsen, Jógvan Petur Hentze, John Jarnskor, Kári Hansen, Malena Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen og Tummas Thomsen. 

Næstríkasta felagið er Palli hjá Marionnu, sum sambært sínum seinasta roknskapi hevur 915 milliónir í eginpeningi, hóast felagið hevur rindað sínum eigarum 149 milliónir í vinningsbýti síðani 2013. Eigararnir av felagnum eru Kristian Martin Rasmussen og synir hansara, Jón, Eyðun og Bogi Rasmussen. 

Framherji hevur sambært sínum seinasta roknskapi 655 milliónir í eginpeningi, hóast felagið hevur rindað sínum eigarum 103 milliónir í vinningsbýti síðani 2013. Eigararnir av Framherja eru Anfinnur Olsen og børn hansara, Rósa, Durita, Helena og Jógvan Ingvard Olsen. 

 

Størsta ríkidømið frá nýggja makrelinum
Hesi trý feløgini eiga nú tríggjar milliardir og 292 milliónir krónur. Høvdu tey ikki havt rindað meir enn hálva milliard út í vinningsbýti, hevði eginpeningurin nærkast fýra milliardum. 

Hóast feløgini byrjaðu sítt virksemi í 1970unum, 80unum og 90unum er vert at bíta merki í, at meir enn helmingurin av ríkidøminum hjá feløgunum er komin seinastu 10 árini, tá Føroyar hava fingið størri makrelkvotur, sum serliga eru latnar til hesi trý feløgini.