Klubb33: Forfólkakjak í OY
Í nýggjasta partinum av Klubb33 ber til at lurta eftir politiska kjakinum, sum var aftaná sýningina í Oy av dokumentarfilminum “Valdið aftanfyri valdið”, sum Frihedsbrevet hevur gjørt. Tað var kjak millum forfólkini í Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, og bryggjaríið var fult av fólki, ið vildi hoyra, hvat forfólkini søgdu til atfinningarnar í dokumentarfilminum.
Millum annað spurdi Jan Lamhauge, journalistur, politikararnar um løgregluna í Føroyum, og um forfólkini høvdu álit á arbeiðið, sum løgreglan ger, ella í summum førum, ikki ger. Sum dømi varð nevnt, tá ið Næraberg varð tikið fyri útblaking og sum Frihedsbrevet hevur upptøkur av. Hetta er ein søga, sum Frihedsbrevet hevur fylgt sera neyvt. Lesa millum annað:
- - Skipað brotsverk á Nærabergi. Fleiri høvdu sum arbeiði at bróta lógina
-
- Løgreglan lin, tá ið talan er um Næraberg – Fútin: Vit hava havt avbjóðingar
- - Eftirlitið nógv skert, síðan Næraberg varð tikin
Eisini varð tosað um, hvussu forfólkini uppliva trýst frá vinnuni, og hvar markið gongur millum lobbyismu og beinleiðis trýst. Harumframt varð kjakast um endamálið við at økja um orkuna hjá eftirlitstovnum, tá brotsfólk ikki enda í rættinum, hóast brotsverk eru staðfest.
Tú finnur Klubb33 og øll hini poddvørpini, um tú trýstir á knøttin „poddvarp“ ovast í vinstra horni á heimasíðuni ella niðast, mitt í appini.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.