Útnorðurráðið skuldi í gjár taka støðu til eitt uppskot um at stuðla arbeiðnum hjá LGBT-felagsskapum. Men hesum vóru fleiri føroysk tingfólk harðliga ímóti. Hermann Samuelsen úr Sambandsflokkinum segði eitt nú, at hann helt, at tað einki løgið var í, at nógv tvørkynd royndu at gera sjálvmorð, tí tey eru so forvirrað, og at tað ikki er rætt at stuðla felagsskapum, sum forvirra fólk