Ingilín og Gasa í Billbugt

Stríðið í Gasa er kanska heitasta evnið í heiminum júst nú. Ikki minst síðani Ísrael hevur kunngjørt eina ætlan um at hertaka alt Gasa, soleiðis at ein stórur partur av palestinska fólkinum í Gasa má flytast. Hví er hetta stríðið so umstrítt? Hvør partur eigur at átalast? Og hvat eigur landsstýrið at gera?
Tað verður eitt nú tosað um, tá Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, er gestur í Billbugt, har tað eisini verður tosað um, hvussu hon kendi tíðina, tá hon fór frá sum landsstýriskvinna, og hvat fer at henda við stóru málunum hjá samgonguni.
Um tú ert á heimasíðuni, finnur tú poddvarpið her.
Ert tú á appini, finnur tú Billbugt undir “Poddvarp” niðast á appini.
GG: Hesin parturin er tikin upp, áðrenn Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, um vikuskiftið átalaði Ísrael fyri ætlanirnar í Gasa (les meir um tað her)
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.