Ingilín-málið og politiskar smettusøgur
Í tí nýggjasta partinum av Billbugt hevur Bill Justinussen bjóðað Johan Dahl úr Sambandsflokkinum at vera gest at umrøða málið um Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, sum sambært fyribils niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Landsstýriskvinnan hevur júst gørt sínar viðmerkingar til fyribils niðurstøðuna, og nú skal lagnan hjá landsstýriskvinnuni avgerast. Johan Dahl hevur longu sagt, at hann heldur, at landsstýriskvinnan hevur tilvitað logið fyri løgtinginum, og tí heldur hann, at landsstýriskvinnan má leggja frá sær. Annars fer andstøðan at leggja eitt uppskot um misálit fyri tingið.
Eisini verður prátað um misálitismál sum heild, og um málið, sum Johan Dahl meldaði til løgregluna, tá leysasøgur byrjaði at ganga um, at hann skuldi hava gjørt eina theilendska kvinnu við barn.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.