Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í dag í sambandi við, at ein filipinskur maður var blivin handtikin fyri morðroynd. Filipinski maðurin hevði goymt seg í garasjuni í húsinum, har hansara fyrrverandi kona býr, har hann leyp á ein føroyskan mann við knívi og royndi at stinga hann.  Føroyska maðurin fekk skaða av álopinum, men megnaði at sleppa til rýmingar.

Durita Fagradal Augustinussen var til grundlógaravhoyringina og greiðir frá í málinum í tí nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.