Ein nýggjur partur av Brotsvarpinum er komin út, og snýr hesin parturin seg um ákærurnar móti manninum, sum undir navninum Gluggavarp seldi sjónvarpsrásir til umleið 300 føroyingar.

Í rættinum kom fram, at maðurin hevði fingið fólkini at flyta pengar á kontuna hjá dóttur sínari, sum tá var tannáringur. Tá dótturin ikki vildi vera partur av onkrum, sum kundi vera eitt brotsverk, hevði pápin verið sera ágangandi móti henni. Í rættinum gav pápin dóttrini skyldina fyri, at hon hevði fingið pengar, tí tað var dótturin sjálv, sum hevði selt umstríddu sjónvarpspakkarnar.

Fýra dagar eru settir av til fýra ymiskar ákærur: brot á upphavsrætt, dátusvik, barnaporno í varðveitslu og stuldur. Maðurin noktar seg sekan.