Ein nýggjur partur av Brotsvarpinum er komin út, og tekur hesin parturin samanum rættarmálið móti manninum, sum undir navninum Gluggavarp seldi sjónvarpsrásir til umleið 300 føroyingar. Rættarmálið er liðugt, og nú verður bíðað eftir dóminum.

 

Í hesum partinum av Brotsvarpinum hoyra vit eisini Jens Hákun Leo, fyrrverandi journalist á Hvat.fo, og Steinar Patursson, fyrrverandi journalist á Dimmalætting, greiða frá teirra samskifti við ein “Petur Olsen”, sum stóð á odda fyri Gluggavarpinum. Ein afturvendandi spurningur, bæði í teirra greinum og í rættarmálinum, er: Hvør “Petur Olsen”?