Føroya Rættur hevur fyri fyrstu ferð dømt fyri brot á nýggju dátuverndarlógini og lækkað eitt upprunaligt bótarkrav á 100.000 krónur niður í 7.500 krónur. Rætturin leggur millum annað dent á, at føroyska samfelagið er lítið, og at danska bótarstøðið ikki uttan víðari kann brúkast í Føroyum. Men stjórin í Dátueftirlitinum er ósamdur í, at støddin á samfelagnum eigur at tala fyri lægri bøtum. Tvørturímóti kann eitt brot á dátuverndina gera størri skaða í einum lítlum samfelagi, heldur hann.