Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Fútin er klagaður fyri atferðina hjá løgregluni, og tí hann alment hevur sagt, at blokadur eru lógligar. “Tað hoyrir ongastaðni heima, at fútin ikki sigur, hvat er galdandi lóg”, sigur Nicolas Stauss, sum er løgfrøðingur og virkisleiðari, sum heldur, at fakfeløgini, við samtykki frá fútanum, hava brúkt ólóglig stríðsamboð í verkfallinum. Sjálvur afturvísir Michael Boolsen, fútin, ikki, at løgreglan kann hava gjørt feilir í sambandi við verkfallið, meðan Sonja Jógvansdóttir úr Samtaki vísir aftur, at fakfeløgini eru farin ov langt. 

 

“Samfelagið endar í ruðuleika”
“Ein fúti má vera greiður. Annars endar samfelagið í ruðuleika”.

Tað sigur Nicolas Stauss, sum fyri einari viku síðani, mánadagin 20. mai, klagaði fútan til klagumyndugleikan hjá løgregluni, Den Uafhængige Politiklagemyndighed, fyri støðuna hjá fútanum í sambandi við fysiskar blokadur undir verkfallinum. 

Síðani verkfallið hjá fýra arbeiðarafeløgum byrjaði fyri sløkum tveimum vikum síðani, hava arbeiðarafeløgini skipað fyri fleiri tiltøkum, har tað verður forðað fyri, at bussar kunnu koyra, at skip kunnu leggja at o.s.fr.

Í sambandi við fleiri av hesum hendingunum hevur løgreglan verið til staðar, men í flestu førum hevur løgreglan ikki blandað seg. Eitt undantak var tó hósdagin, tá verkfalsfólk royndu at forða ferðafólki í Runavík at sleppa við einum bussi, tá ið løgreglan fekk verkfalsfólk at flyta seg. 

 

Fútin: Blokadur eru lógligar
“Vit hava sæð, at blokaduvaktir forða eitt nú bussum at koyra, men vit flyta ongan burtur, so leingi hetta ikki er okkara borð”. 

Tað segði løgreglan við heimasíðuna In.fo týsdagin. Løgreglan segði seg einki fara at gera, so leingi sum fólk ikki fóru til hendurs.

Hesin boðskapurin fluktaði eisini væl við boðskapin, sum Michael Boolsen, fúti, hevði, tá ið hann tosaði við Útvarpið sunnudagin 19. mai. “Tað er sum heild í lagi, tá ið verkfalsfólk standa fyri til dømis bussum, og tá ið skip leggja at, um alt gongur friðarliga fyri seg”, segði útvarpsverturin, sum hevði tosað við fútan. 

“At blokera er eitt lógligt stig í einum arbeiðsmarknaðarstríði. So eg kann ikki siga, at blokadur eru ólógligar”, segði Michael Boolsen, fúti, við Útvarpið.

   

 

Arbeiðsgevarafelagið: Kann enda við endurgjaldi
Fútin var í Útvarpinum hendan dagin, tí dagin fyri hevði Føroya arbeiðsgevarafelag sent eitt tíðindaskriv til miðlarnar, har arbeiðsgevarafelagið gjørdi vart við, at tað er eitt ólógligt stríðsstig at forða fólki at gera lógligt virksemi. 

Og tað kundi koma at kosta teimum, sum tóku lut í hesum, ávaraði arbeiðsgevarafelagið: 

“Um skipað verður fyri einari ólógligari fysiskari blokadu, sum geva teimum ávirkaðu fyritøkunum ein fíggjarligan miss, kunnu bæði feløgini, nevndarlimirnir í feløgunum og tey, sum luttaka í ólógligu blokaduni, gerast endurgjaldsskyldug”.

 

Blokadur og fysiskar blokadur
Stóri spurningurin er, um blokadurnar, sum arbeiðarafeløgini hava skipað fyri, eru eitt lógligt stríðsstig.

Frihedsbrevet hevur tosað við fleiri løgfrøðingar, og teir flestu eru samdir um, at fysiskar blokadur eru ikki eitt lógligt stríðsstig. Spurningurin er ikki heilt einfaldur, tí tað er ein spurningur um at finna javnvágna millum rættindini hjá fólki at savnast øðrumegin og politiviðtøkur um almennan ordan hinumegin. 

Løgfrøðiliga verður munur gjørdur á blokadum og fysiskum blokadum. Ein blokada er, at limir í einum fakfelagi nokta at gera arbeiði fyri eina fyritøku. Ein fysisk blokada er hinvegin, tá ið ein fer inn og likamliga forðar fyri virkseminum hjá fyritøkuni. 

Á heimasíðuni hjá danska fakfelagnum FOA stendur eitt nú, at blokadur eru lógligar, meðan fysiskar blokadur ikki eru, og at tær verða steðgaðar av løgregluni.

 

Av heimasíðuni hjá FOA.

 

 

Í Danmark bleiv staðfest í einum dómi frá í 1976, at tað ikki er loyvt at “forða fólki, sum arbeiða í einari fyritøku ella eru veitarar hjá fyritøkuni, kundum ella øðrum at ferðast frítt til og frá fyritøkuni”. Hetta var eisini staðfest í einum dómi hjá Hægsta rætti í 1980.

Spurningurin bleiv eisini viðgjørdur í bæði Føroya rætti og Eystara landsrætti í sambandi við eina sonevnda arm-í-arm blokadu, tá ið tvey skip skuldu landa í Havn í 1981. Landsrætturin kom til niðurstøðuna, at tað er “ikki orsøk at halda, at blokaduhugtakið merkir nakað annað í Føroyum enn aðrastaðni í ríkinum, og tí verða teir ákærdu kendir sekir”.

 

 

Men hóast niðurstøðuna hjá rættinum um, at blokaduhugtakið ikki merkir nakað annað í Føroyum enn í Danmark, so verður munur framvegis ikki altíð gjørdur á blokadum og fysiskum blokadum í føroyska kjakinum. Tá ið fútin eitt nú segði við Útvarpið “blokadur eru lógligar”, segði hann hetta í einari samrøðu um at forða bussum at koyra og skipum at leggja at. 

 

Kærdi fútin
Útsøgnirnar hjá fútanum fingu bikarið at flóta yvir hjá Nicolas Stauss, sum dagin eftir klagaði fútan til Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

“Tað hoyrir ongastaðni heima, at fútin ikki sigur, hvat er galdandi lóg, tá ið hann tosar við fjølmiðlarnar”, sigur Nicolas Stauss.

Sjálvur er Nicolas Stauss virkisleiðari í Tavuni, men hann leggur dent á, at hann ger hetta ikki sum ein part av sínum yrki, men tí at hann er útbúgvin løgfrøðingur. 

“Hetta snýr seg als ikki um lønarsamráðingarnar. Hetta snýr seg um jura, eina og aleina. Borgararnir í samfelagnum eiga at fáa at vita, hvat er galdandi lóg”.

“Samfelagið er skipað við lóg. Soleiðis hevur tað verið líka síðani Jyske Lov í 1683, tá ið tað bleiv sagt “Við lóg skal land byggjast”. Soleiðis eru okkara samfeløg ment. Við at skipa samfelagið við lóg. Og arbeiðsmarknaðurin er eisini skipaður. Hóast tað er verkfall, so eru lóglig stríðsstig og ólóglig stríðsstig. Og fysiskar blokadur er eitt ólógligt stríðsstig. Tær hoyra til eina farna tíð. Í Danmark blandar løgreglan seg, um fólk forða fólki í at gera eitt lógligt arbeiði. Tí tað er ólógligt. Tað eigur fútin at siga fólki. Tað má vera uppgávan hjá myndugleikum at tryggja, at fólk, ið ikki eru í verkfalli, trygt kunnu røkja sítt lógliga arbeiði”.

Men hvat vónar tú at fáa burturúr at klaga?

“At vit fáa somu verkfalsstandir sum í eitt nú Danmark. Í framtíðini vóni eg, at vit fáa eina broytta praksis, har tað eingin ivi er um, at fysiskar blokadur eru ólógligar, og at tær verða steðgaðar. Í Danmark kunnu lógligar blokadur gamaní útvikla seg til fysiskar blokadur. Men í Føroyum verða hesar samskipaðar av Samtaki. Tað ljóðar sum eitt stórt mál at broyta uppá, men tað skulu bara tveir persónar til: Fútin setur eitt felags mál fyri, hvussu løgreglan handfer fysiskar blokadur, og leiðarin á Samtaki gevst við at fyriskipa tær. So leingi, tey sleppa, og tað ikki fær avleiðingar, so halda tey á við hesum. Tí má fútin koma fyrst”.

 

Fútin: Tað krevur altíð eina meting í støðuni
Frihedsbrevet hevur spurt Michael Boolsen, fúta, um støðuna hjá løgregluni í sambandi við verkfallið.

“Tað, sum eg havi sagt, er, at tað krevur eina ítøkiliga meting í hvørjum einstakum føri. Eg eri ikki ósamdur í, at tað er ólógligt við fysiskum blokadum, har skip, bilar og fólk verða forðað í lógligum virksemi. Men tað krevur eina ítøkiliga meting, sum verður gjørd í tí einstaka førinum”.

Men hava vit ikki sæð dømir um fysiskar blokadur í hesum verkfallinum, tá ið løgreglan hevur verið til staðar og einki hevur gjørt? 

“Jú, eg skal ikki afturvísa, at tað væl ber til, at vit hava gjørt onkra skeiva meting í einstøkum dømum, sum hava verið í hesum verkfallinum. Men sum sagt, tað er tí, at tað krevur eina ítøkiliga meting í hvørjum føri”. 

 

 

Sonja: Vit hava ikki brúkt ólóglig stríðsamboð
Frihedsbrevet hevur eisini tosað við Sonju Jógvansdóttir úr Samtaki. Hon tekur ikki undir við niðurstøðuni, at fakfeløgini hava brúkt ólóglig stríðsamboð í verkfallinum. 

“Nei, um tað er nakað, sum hevur eyðkent hetta verkfallið, so er tað, at alt gongur friðarliga fyri seg”. 

Men er tað ikki at fara ov langt, tá ið verkfalsfólk eitt nú forða bussum at koyra og skipum at leggja at? Er tað ikki fysiskar blokadur?

“Nei, tú hevur rætt til standa fyri verkfalsraktum arbeiði. Vit liva í einum fólkaræði. Fólk hava rætt til at mótmæla og friðarliga stilla seg fyri. Vit hava eisini løgfrøðingar, sum ráðgeva okkum, og hava vit eisini havt fundir við fútan, soleiðis at vit eru samd um, hvar markini ganga”.

Men hvar gongur markið hjá tykkum? Nær vildu tit sagt, at nú var talan um eina ólógliga fysiska blokadu?

“Um so var, at tað ikki gekk friðarliga fyri seg, um onkur noyddi onkran til okkurt, ella um fólk stillaðu ting fyri, so var tað fysiskt. Tað hevði kanska eisini verið nógv lættari at stilla ting fyri arbeiðið. Men vit velja heldur, at vit friðarliga møta upp. Og tað fara vit at halda fram við”.