Sambært fútanum kláraði Føroya Politi ikki at avgreiða málið um bótina til Bakkafrost orsakað av starvsfólkatrupulleikum. Hetta er júst sama frágreiðing, sum fútin hevði í 2023 um, hví Føroya Politi ikki kláraði at avgreiða málið um útblakingina hjá Nærabergi. Í 2023 segði fútin tó, at tað var ongin orsøk at óttast hetta framyvir, tí trupulleikin var loystur.