Føroya Bjór skal rinda 110.000 krónur í bót fyri, at hava selt 974 fløskur av sterkum rúsdrekka beinleiðis til Essabar. Føroya rættur metir, at talan ikki var um vanliga sølu til vitjandi á bryggjarínum, men um regluliga sølu til eitt skeinkistað, sum hevði skeinkiloyvi og, at hetta er brot á søluloyvið hjá Føroya Bjór.