Frí Mikrofon: Grønt ella grátt? Eitt kjak um grønvasking í klædnaídnaðinum
“Tað kostar 10.000 litrar av reinum vatni at framleiða einar kovboybuksur”
Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon verður eitt brennandi og umstrítt evni – grønvasking í klædnaídnaðinum – tikið upp til kjak. Við vertinum Duritu Fagradal Augustinussen við borðið kjakast gestirnir Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen, bæði roynd og serkøn á økinum.
Grønvasking, eisini kent sum greenwashing, er felagsheiti fyri marknaðarføringstiltøk, har fyritøkur reinsa sína ímynd við at selja ella lýsa vørur sum burðardyggar, uttan at tær veruliga uppfylla krøvini til burðardygd. Í fyrra partinum av tveimum setur Frí Mikrofon ljós á, hvussu hendan grønvaskingin fer fram í klædnaídnaðinum, og hvussu brúkarar kunnu læra at skilja ímillum veruliga burðardyggar vørur og tær, sum bert tykjast at vera tað.
Gestirnir greiða frá, hvussu fyritøkur fáa burðardyggar sertifikatiónir, og hvussu trúðvirðið verður ávirkað. Tey umrøða eisini avbjóðingarnar við at tryggja, at bert ein lítil partur av klædnaídnaðinum veruliga liva upp til hesar góðkenningar.
Tú finnir røðina á appini og heimasíðuni, í báðum førum undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.