Ein 34 og ein 31 gamal maður blivu í Eystara landsrætti í dag dømdir níggju mánaða fongsulsrevsing fyri brot á rúsevnislógina. Mennirnir høvdu verið partar av einum størri rúsevnismáli við bakmonnum í bæði Føroyum og Danmark, ið høvdu smuglað hassj, sum var pakkað inn í lítlar bóltar, ið vóru goymdir í loyniligum rúmum á bilum, sum komu til Føroya við Norrønu.

 

Hoyr meir um tað í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.

Ert tú á appini finnur tú tað undir poddvarp. Trýst her, um tú vilt lurta á heimasíðuni.