Dømdur fyri óviljað manndráp: “Eg hugdi bara vekk í eitt sekund”
Ein ungur maður var í Føroya rætti í dag, dømdur fyri óviljað manndráp.
Um summarið í 2022 var ein syrgilig vanlukka í Havn. Ein ungur maður, ið júst hevði fingið koyrikort, koyrdi á ein eldri mann, ið var til gongu.
Ákæruvaldið reisti ákæru við skerpandi umstøðum, orsakað av bæði broti á ferðslulógina og høgari THC-nøgd, sum er tað aktiva stoffið í hassji, sum maðurin hevði í blóðnum, tá ið vanlukkan hendi.
Í rættinum kom eitt nú fram, at serfrøðingur metir, at bilurin koyrdi við umleið 54 km/t, og at tað var møguligt at steðga undan vanlukkuni, men at tað var trupult at meta um ávirkanina av høgu promilluni hjá tí árenda.
Tann eldri maðurin, sum var árendur, doyði av vanlukkuni. Eina vitni, sum var konan hjá eldra manninum, greiddi frá, at maðurin var ávirkaður av alkoholi, tá ið hann fór heimanifrá. Sambært líkskoðanini hevði maðurin promillu uppá 2,17, tá ið hann doyðið av løstinum. Ungi maðurin sjálvur sigur, at hann bert hugdi vekk í eitt sekund fyri at spyrja ein vinmann um at knýta telefonina til ein hátala, og sá tí ikki mannin.
Ungi maðurin játtaði at hava roykt hassj vikuna framanundan vanlukkuna, men segði seg ikki hava roykt sama dag. Hetta fekk tó avgerandi leiklut í dóminum.
Tú kanst hoyra meira í poddvarpsrøðini Brotsvarpið, tí Frihedsbrevet var við í rættinum.
Finn Brotsvarpið undir poddvarp.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.