Ein nýggjur partur av Brotsvarpinum er komin út.

Í hesum partinum verður tosað við Saru Johansen Christiansen, sum var vitni í málinum um Gluggavarpið, sum var í Føroya rætti fyri tveimum vikum síðani.

Tað serstaka í hesum sambandi er, at tað var pápi Saru, sum var ákærdur í málinum. Tann eina av ákærunum snúði seg um, at pápin hevði lagt viðkvamar persónsupplýsingar um Saru út á Facebook. Í Føroya rætti vitnaði Saru bæði um hetta og um, at nógvir pengar blivu fluttir inn á hennara kontu fyri Gluggavarpið.

Fríggjadagin bleiv pápin dømdur fimm mánaða treytaða fongsulsrevsing. Frihedsbrevet tosaði við Saru Johansen Christiansen stutt aftaná, at dómur varð sagdur.

Finn tað her: https://frihedsbrevet.fo/podcasts/brotsvarpid/