Ein maður varð í dag dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava hótt eitt starvsfólk á Brennistøðini eftir eina ósemju um atgongd til økið uttan fyri vanliga upplatingartíð. Ákærdi noktaði seg sekan í hóttanini og helt fast við, at hann bert var farin á Brennistøðina at gera sítt arbeiði, meðan starvsfólkið greiddi frá, at maðurin var sera uppøstur og hótti við at siga “eg skalli teg niður, um tú ikki flytur teg”.