Í august 2021 meldaði Heilsufrøðiliga starvsstovan Bakkafrost til løgregluna fyri fleiri møgulig brot á kunngerðina um flutning av smolti uttan neyðug loyvi. Men tá ið málið kom fyri Føroya Rætt í dag, var tað ikki sjálvur flutningurin, sum stóð í miðdeplinum, men heldur ein grundleggjandi løgfrøðiligur spurningur: Hvør var í veruleikanum skuldsettur, og var málið fyrnað?