Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Bretar blivu vónbrotnir, tá Føroyar og Russland gjørdu eina fiskiveiðuavtalu fyri 2023, og fáa yvirskipaðu spurningarnir um føroyskt-russiska samstarvið ávirkan á fiskiveiðusamráðingarnar millum Føroyar og Bretland. Tað skrivar Mark Spencer, fiskimálaráðharri í Bretlandi, til Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Tað vísir innlit, sum Frihedsbrevet hevur fingið.

 

Innlit í bretskt bræv
“Eg var vónbrotin, tá eg hoyrdi, at Føroyar høvdu gjørt eina fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023”.

Soleiðis skrivar Mark Spencer, fiskimálaráðharri í Bretlandi, til Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í brævið, dagfest 17. januar 2023, sum Frihedsbrevet hevur fingið innlit í. 

Spurningurin um føroyska samstarvið við Russland ávirkar sambandið millum Føroyar og Bretland, skrivar bretski ráðharrin:

“Avgerðin at endurnýggja tykkara avtalu við Russland ávirkar okkara tvíparta samstarv (bilateral relationship)”, skrivar Mark Spencer. 

Bretski ráðharrin ger serliga vart við, at russisk skip, sum nú er, kunnu fiska í serøkinum, sum Føroyar og Bretland umsita saman. Sambært bretska ráðharranum er tað “stór ørkymlan” (grave concern) um hetta hjá bretum. Russisk skip sleppa ikki at fiska í bretskum havi, og vilja bretar ikki, at russisk skip fáa búskaparligan vinning av at fiska í bretskt-føroyska serøkinum, eins og russisk skip heldur ikki sleppa í bretskar havnir. 

 

 

Í brævinum til Dennis Holm ásannar bretski ráðharrin, at russisk skip kunnu fiska í bretsk-føroyska serøkinum, tí tað loyvir ein avtala millum Bretland og Føroyar frá 1999. Vísandi til grein átta í áðurnevndu avtalu frá 1999 vil Bretland tó samráðast við Føroyar um eina broyting av hesum viðurskiftunum. 

Mark Spencer skrivar til Dennis Holm, at hann er sinnaður at gera eina fiskiveiðuavtalu, sum er góð fyri bæði bretar og føroyingar. Men hóast tað vísir hann á, at “tú mást skilja at okkara tvíparta fiskivinnusamstarv nú livir innan hendan breiðara — og harmiliga — geopolitiska samanhangin”

 

 

 

Danir drignir inn í málið
Innlit, sum Frihedsbrevet fyrr hevur skrivað um frá danska uttanríkisráðnum, vísa, at bretar ikki bara hava sett seg í samband við føroyskar myndugleikar, men eisini settu seg í samband við danskar myndugleikar áðrenn tað. 

24. november í fjør skrivaðu bretar til Uttanríkisráðið við einum fyrispurningi um at fáa eitt samráð um føroyskt-bretska serøkið. Síðani tá hevur verið drúgt samskifti í danska uttanríkismálaráðnum, og eru meir enn hundrað skjøl higartil savnað í donsku skjalamappuni um málið. 

Mark Spencer er heldur ikki tann einasti bretski ráðharrin, sum hevur skrivað til føroyskar myndugleikar um málið. 25. januar 2023 skrivaði Leo Docherty, bretskur evroparáðharri, til Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum. Og aftaná tað skrivaði Emma Hopkins, bretsk sendikvinna í Danmark, til Aksel V. Johannesen, løgmann, um málið. 

 

Embætisverkið havt úr at gera
Bretsku áheitanirnar hava eisini fylt nógv hjá føroyska embætisverkinum. Frihedsbrevet hevur fingið innlit í skjalayvirlitini, og har sæst, at tað hava verið fleiri talgildir fundir millum Føroyar og Bretland, bæði í januar og mars, umframt fiskiveiðusamráðingar millum Føroyar og Bretland í februar. Hetta leiddi til ein semju um fiskirættindir í apríl 2023. 

Men ósemjan um serøkið er enn ikki loyst. 

Frihedsbrevet hevur tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og hann váttar, at tað hava verið nógvir fundir við bretar um føroyskt-bretska serøkið, tí bretar vilja hava russisku skipini úr økinum. Høgni Hoydal sigur seg tó ikki kunna svara alment um, hvat nú liggur á borðinum, tí viðurskiftir millum lond eiga ikki at viðgerast alment, sigur hann. 

 

Frihedsbrevet hevur skrivað nógv um hetta málið áður. Tú kanst lesa grein um størra samanhangin eftir illgrunasamar hendingar í Svalbard og hóttanir móti Nato-øki í grein her