Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Bretska stjórnin heitir á Føroyar um ikki at loyva russiskum skipum inn á serøkið, sum er millum Føroyar og Bretland. Higartil hava Føroyar tó eina aðra støðu. Í løtuni liggur eitt nú eitt russiskt skip á beding í Havn, sum hoyrir til eitt reiðarí, sum hevur fingið nógva umrøðu í Norra sum ein møgulig trygdarhóttan. 

 

Skip frá umstríddum reiðaríi á beding í Havn
Skipið Melkart‑4 liggur júst nú á beding hjá MEST í Havn. Eigarin av skipinum er reiðaríið Murman Seafood. Sum navnið sigur, er hetta eitt reiðarí úr Murmansk í Russlandi. 

Í Norra er hetta reiðaríið blivið rættiliga nógv umrøtt, tí nógv hava illgruna um, at eitt skip hjá felagnum møguliga átti ein leiklut í einum skaða á ein sjókaðal í Svalbard 7. januar 2022, sum hevði við sær, at hesin sjókaðalin misti sambandið millum Svalbard og fastlandið. Sjókaðalin bleiv brúktur til at flyta dátur hjá fylgisveinum, granskarum og íbúgvum. 

Norska løgreglan segði aftaná hendingina, at tað vóru spor á havbotninum, sum bendu á, at trollemmar høvdu verið í økinum uppi yvir kaðalinum. Tí blivu russisk skip viðkomandi fyri kanningarnar av hendingini, tí nógv russisk skip høvdu verið nærhendis, tá skaðin hendi. 

Og har var tað serliga eitt skip, sum skilti seg úr rúgvuni: Melkart‑5 hjá Murman Seafood. AIS-sporini vístu, at í níggju dagar áðrenn hendingina hevði Melkart‑5 siglt uppi yvir kaðalinum 107 ferðir. 

 

AIS-sporini hjá Melkart‑5.

 

Skiparin á Melkart‑5 bleiv avhoyrdur av norsku løgregluni í sambandi við hendingina. Meir bleiv tó ikki gjørt við málið, tí norska løgreglan segði seg vanta prógv fyri, hvat var hent. Varastjórin í Murmansk Seafood, Andrey Roman, segði við norskar fjølmiðlar, at skipið einki hevði við hendingina at gera, at skipið einans fæst við lógligt fiskarí, og harumframt segði hann, at AIS-spor ikki altíð eru so álítandi. 

Frihedsbrevet hevur tosað við Jógvan Hugo Gardar, føroyskan journalist, sum býr í Norra:

“Tað er ikki komið meir út um kanningarnar, men í Norra er eingin ivi millum tey flestu um, at hatta er nakað, sum Russland stóð aftanfyri. Nógv hugsa, at helst velja myndugleikarnir ikki at gera ov nógv burturúr, sjálvt um teir helst vita meir”.

 

“Møgulig hóttan í NATO-øki”
Nakrar mánaðir aftaná hendingina við sjókaðalin í Svalbard, 18. juli 2022, var Melkart‑5 aftur partur av einari illgrunasamari hending, tá skipið lá í Kirkenes, tí tá fekk skiparin bót, tí manningin á russiska skipinum hevði lorað ein trygdarbát á skipinum út á hav og hevði siglt út av havnarøkinum uttan loyvi. Sambært Barents Observer høvdu teir siglt til eina strategisk týdningarmikla brúgv uttan fyri Kirkenes, har norski herurin plagar at hava venjingar. 

Guri Melby, forkvinna í Liberala flokkinum, segði í tí sambandi, at russiskir trolarar vóru ein møgulig hóttan í einum týdningarmiklum NATO-øki, tí Putin hevði undirskrivað eina nýggja maritima samtykt, sum staðfestir, at fiskiskip eru partar av russisku hernaðarligu orkuni. 

Hóast Norra og Russland enn hava fiskivinnusamstarv, er støðan blivin meir spent millum londini síðani russisku innrásina í Ukraina, og gjørdi hendingin við Svalbard ikki støðuna betri. Í oktober 2022 avgjørdi Norra, at eftirlitið við russiskum fiskiskipum skuldi herðast, og sluppu russisk skip einans at leggja at í trimum havnum: í Tromsø, Kirkenes og Båtsfjord. Summir norskir politikarar søgdu tó, at um so var, at stjórnin veruliga helt, at russisku fiskiskipini vóru ein trygdarhóttan, átti Norra at stongt allar sínar havnir fyri skipunum. 

 

Fleiri sambond til Føroyar
Murman Seafood eigur fleiri skip, sum eita Melkart: Melkart‑1, Melkart‑2, o.s.fr.

Áðurnevnda Melkart‑5, sum var partur av hendingunum í Norra, lá á skipasmiðini hjá MEST í januar 2019 (sí grein her). Og júst nú liggur Melkart‑4 har. 

Hetta er tó ikki einasta sambandið millum russiska reiðaríið og Føroyar. 

Í februar 2022 bleiv trolarin Vesturleiki seldur frá P/f Vesturleiki í Sørvági til Murman Seafood fyri 25 milliónir krónur. Og í februar í ár bleiv trolarin Gadus seldur frá JFK í Klaksvík til Murman Seafood fyri 60 milliónir.

Og sum sagt, skipini hjá Murman Seafood eru ein rímiliga regluligur gestur hjá MEST.

“Hetta er ein kundi, sum vit hava havt í fleiri ár”, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST, tá Frihedsbrevet tosar við hann. 

Sambært Mouritzi Mohr hava tey á MEST ikki upplivað stóra broyting síðani russisku innrásina í Ukraina, tá nógv lond stongdu sínar havnir fyri russisk skip.

“Vit høvdu eitt sindur av trýsti áðrenn jól, tí tá var tað eitt russisk skip, sum bleiv sleipað til okkum, sum ikki var ein vanligur kundi. Eg gangi út frá, at tað hevur verið avmarkað, hvussu nógva aðrastaðni skipið kundi farið. Men burtursæð frá tí, hava tað verið afturvendandi kundar, sum vit hava havt í nógv ár, sum vit hava havt liggjandi her”, sigur Mouritz Mohr.

 

Tað sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum
Spurningurin er tó, um føroyskir myndugleikar hava innlit í, hvat útlendsk, og kanska serliga russisk fiskiskip, gera í føroyskum øki.

“Vørn hevur fyrst og fremst eftirlit við fiskiveiðu, men tað sigur seg sjálvt, at harafturat skal Vørn eisini hava eftirlit við, at skip halda reglur sum heild. Landsstýrið hevur eisini játtað meir pengar til Vørn fyri at styrkja eftirlitið, harundir ikki minst við russiskum skipum”, sigur Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Men hava tit nakrantíð fingið ábendingar um, at russisk fiskiskip møguliga kunnu vera ein trygdarhóttan?

“Tað er avmarkað, hvat eg kann úttala meg um, tá talan er um samskifti millum lond, men bretska stjórnin hevur longu váttað, at bretar hava tosað við føroyskar og danskar myndugleikar um at finna eina semja um tað eina serøkið, sum Bretland og Føroyar hava saman. Hetta er eitt evni, har vit kanska ikki hava heilt somu støðu og sjónarmið, og kunnu russisk skip fiska í økinum sambært føroysku avtaluni við russar. Men bretska stjórnin hevur eina aðra støðu, tí tey halda greitt, at russisk skip kunna ikki fiska nærhendis bretskum havøki, og tí vilja bretar ikki hava russisk skip at nærkast teimum gjøgnum Føroyar. Men hetta er nakað, sum vit framhaldandi samráðast um”, sigur Høgni Hoydal. 

Aftaná fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Bretland í februar 2023 segði eitt talsfólk fyri bretska Umhvørvis- og matvørumálaráðið við miðilin The Fishing Daily, at bretska stjórnin framhaldandi fer at heita á føroyingar um ikki at loyva russarum at fiska í bretsk-føroyska serøkinum.