
“Borgarstjórin er ikki valdur av fólkinum, sum eg eri”

Tað stutta av tí langa
Tað var ein “beistagerð”, “at stinga sínar egnu veljarar í ryggin, fyri egnan vinning” og at “undirgrava fólkaræðið”, tá nýggjur meirluti varð skipaður í Hvalbiar kommunu í fjør. Tað sigur Ronni Hammer, kommunustýrislimur, sum ikki hevur verið á fundi hjá kommununi síðan tá. Sambært Ronni Hammer misti hann eisini sítt starv sum húsavørður í skúlanum í kommununi, tá hann ikki vildi stuðla Janusi Thomsen sum borgarstjóra. Borgarstjórin sjálvur avsannar, at Ronni Hammer misti starvið av hesari orsøk.
Vildi vera borgarstjóri
Aggið er stórt í Hvalbiar kommunustýrið.
Sum Frihedsbrevet skrivaði fyri einari viku síðani, er innanhýsis stevið so mikið ringt, at kommunustýrislimirnir Ronni Hammer og Otto West hvørki hava verið á kommunustýris- ella nevndarfundum hjá kommununi í hesari setuni.
Teir báðir eru sera misnøgdir við tað, sum hendi aftaná kommunuvalið 12. november í fjør. Tað vóru tveir listar til tað valið, og var tað listi B, sum fekk meirluta við fýra av sjey sessum, og var Ronni Hammer við 45 atkvøðum toppskorari hjá lista B tí fyrstvaldur.
Og sum fyrstvaldur ætlaði Ronni Hammer sær at gerast borgarstjóri. Tað váttar hann í skrivligum svari til Frihedsbrevet:
“Tað vil eg siga er púra satt, tí eg vann valið í Hvalbiar kommunu tann 12 november 2024 og sjálvandi vildi eg tað, tí fólkið hevði talað. Listi B vann valið við 286 atkvøðum, meðan listi A við Janusi Thomsen á odda tapti valið við einans 179 atkvøðum. Tað vil siga, at hvalbingar ynsktu eina broyting í bygdarráðið tey næstu fýra árini, har tey ynsktu nýggj fólk at stýra Hvalbiar kommunu”.
Tað var tó ikki so lætt hjá Ronni Hammer at gerast borgarstjóri, tí hansara egni listi stuðlaði honum ikki.
“Eg kallaði lista B til fund og greitt varð, at eg ikki fekk stuðul frá listanum til at gerast borgarstjóri. Vit høvdu nakrar fundir og avgjørt var at stilla Otto West upp til borgarstjóra og meg til varaborgarstjóra. Hetta var undirtøka fyri”, skrivar Ronni Hammer.
Frá lista B til lista A og í varaborgarstjórasessin
Men heldur ikki hetta bleiv til veruleika.
Tí Poul Laust Christiansen, sum var valdur á Lista B, fór heldur at stuðla Lista A. Í samrøðu við Útvarpið segði Poul Laust Christiansen orsøkina vera, at hann segði seg hava hoyrt, at Ronni Hammer royndi at fáa undirtøku frá limum á Lista A — ikki teirra egna lista, Lista B — fyri, at hann skuldi gerast borgarstjóri. Tá valdi Poul Laust Christiansen heldur sjálvur at stuðla Lista A, og tí bleiv sitandi borgarstjórin, Janus Thomsen, tí enn eina ferð borgarstjóri, meðan Poul Laust Christiansen bleiv varaborgarstjóri.
“Beistagerð” og peningalig áhugamál
Sambært Ronni Hammer setti Poul Laust Christiansen persónlig og peningalig áhugamál hjá fram um áhugamálini hjá Lista B:
“Hann (Poul Laust Christensen) var bangin fyri at fáa ov lítið í sín part. Vit høvdu fleiri fundir, men Poul Laust Christiansen var ikki til at samstarva við — líka frá byrjan av”, skrivar Ronni Hammer.
“Poul Laust Christiansen hevði longu lagt aðrar ætlanir, áðrenn seinasta fundin, vit høvdu, ið vit vóru óvitandi um. Tær ætlanirnar hevði hann lagt saman við Janusi Thomsen kvøldið fyri á einum privatum fundi, áðrenn vit skuldu fundast um seinastu royndirnar at skipa okkum.
Kvøldið fyri høvdu hann og Janus Thomsen longu skipað samgonguna fyri, hvussu Hvalbiar kommuna skuldi skipast og stýrast næstu fýra árini. Janus Thomsen skuldi verða borgarstjóri og Poul Laust Christiansen skuldi verða varaborgarstjóri. Tað vil siga, at nú fekk Poul Laust Christiansen ein sera stóran peningaligan fong í sín part fyri at stuðla Janusi Thomsen í at gerast borgarstjóri. Tað vil siga, at Janus Thomsen slapp framhaldandi at varðveita sína borgarstjóra løn og sín borgarstjóra sess, ið hvørgin av teimum høvdu uppiborið frá veljarunum í Hvalbiar kommunu, tí hesa beista gerð vóru teir ikki valdir til av hvalbingum”, skrivar Ronni Hammer.
“Ikki valdur av fólkinum — sum eg eri”
Ronni Hammer dylir ikki fyri, at hann ikki heldur, at Janus Thomsen hevur fólksliga legimitetin til at vera borgarstjóri.
“So er mín spurningur til Janus Thomsen, hvør hevur valt hann til borgarstjóra og givið honum heiðurin at sita sum borgarstjóri fyri hvalbingar í Hvalbiar kommunu? Tí mær vitandi, er hann ikki valdur av fólkinum, sum eg eri”, skrivar Ronni Hammer.
Sambært Ronni Hammer var tað, sum hendi aftaná valið, eitt so mikið stórt brot á siðvenjurnar í Hvalba, at tað var eitt beinleiðis svik.
“Sum siður er í Hvalba, er tað ókent, at tveir mans seta seg handan privatar dyr, loyniliga at skipa kommunustýri og val av borgmeistara. Hendan loyniliga fundin visti eg av góðum grundum onki um. Tað er heldur ikki siður í Hvalba, at undangongumaðurin á listanum, sum Poul Laust Christiansen var, stingur sínar egnu veljarar í ryggin, fyri egnan vinning — loyniliga handan privatar dyr at skipa kommunustýrið, saman við Janusi Thomsen, við at svíkja sínar egnu veljarar og undirgrava fólkaræðið við einans 38 atkvøðum í móti 286 atkvøðum, á sínum egna lista. Hann brúkti 38 atkvøður til at avtaka valúrslitið, ið greitt segði, hvør skuldi stýra Hvalbiar kommunu”, skrivar Ronni Hammer.
Bjóðaði sær borgarstjóran afturfyri kommunusamanlegging
Tað hava verið nógvir politiskir spenningar í Hvalba hetta seinasta árið. 15. juni í fjør var val, um Hvalbiar kommuna og Tvøroyrar kommuna skuldu leggja saman? Meðan veljararar á Tvøroyri tóku undir við einari kommunusamanlegging, var ikki undirtøka fyri hesum í Hvalbiar kommunu, har 189 atvøður (46 prosent) vóru fyri, meðan 220 veljarar (54 prosent) søgdu nei.
Janus Thomsen, sitandi borgarstjóri, var sjálvur íðin forsprákari fyri kommunusamanleggingini, og var listi A á kommunuvalinum eisini ein listi, sum hann hevði skipað, sum skuldi virka fyri kommunusamanlegging.
Men á kommunuvalinum 12. november 2024 vrakaðu veljararnir í Hvalba á øðrum sinni innan eitt hálvt ár ætlanunum um kommunusamanlegging.
Og sambært Ronni Hammer hevði Janus Thomsen eisini roynt at keypa undirtøku til kommunusamanleggingina frá sær.
“Aftaná úrslitið av kommunusamanleggingini í fjør bjóðaði Janus Thomsen mær borgarstjórasessin. Um eg vildi leggja Hvalbiar kommunu saman við Tvøroyrar kommunu, so kundi eg sita sum borgarstjóri í Hvalbiar kommunu valskeiðið út. Hetta gjørdi hann fyri at fáa meg at svíkja fólkið í Hvalba áðrenn valið, tí hann visti, at hann fór at fáa stóra mótstøðu frá mær til valið. Mótstøðan bleiv so stór kortini, at fólkið valdi hann frá, so fyri at fáa borgarstjórasessin, bleiv hann sjálvur noyddur at svíkja fólkið saman við Poul Laust Christiansen við at leggja málið um kommunusamanlegging við Tvøroyrar kommunu á hillina”.
Kostaði starvið
Sambært Ronni Hammer hevur tað kostað honum persónliga, at hann ikki gjørdi, sum Janus Thomsen vildi, tí hann arbeiddi um hetta mundið sum húsavørður í Hvalbiar kommunu:
“Janus Thomsen gjørdi meg fleiri ferðir varhugan við, at eg skuldi minnast til, at eg hevði eitt starv í Hvalbiar skúla sum húsavørður, og tí bað hann meg stuðla sær sum borgarstjóri tey næstu fýra árini. Hann fekk greið boð frá mær, at eg stuðlaði honum ikki. Hetta endaði tíverri við, at eg misti mítt tvey ára starv í Hvalbiar skúla. Skúlans leiðsla gav mær skrivliga sera góð ummæli og vildi hava meg at halda fram í starvinum. Tá ynskið frá Janusi Thomsen ikki bleiv gingið á møti, bleiv søkt eftir nýggjum húsavørði fyri at leggja enn meira trýst á meg — hóast hetta valdi eg at standa”, skrivar Ronni Hammer.
Borgarstjórin afturvísir
Frihedsbrevet hevur spurt Janus Thomsen um atfinningar hjá Ronni Hammer. Hann vil ikki viðmerkja tað, sum hendi aftaná valið, tí hann sigur seg ikki halda, at tað kemur nakað gott burturúr at stríðast meir um tað.
Viðvíkjandi ákærunum um, at Ronni Hammer misti sítt starv sum húsavørður, tá hann ikki stuðlaði Janusi Thomsen, sigur Janus Thomsen:
“Nei, tað vil eg afturvísa. Starvið (sum Ronni Hammer hevði) var eitt farloyvisstarv. Tá farloyvi gekk út, skuldi starvið sum húsavørður í skúlanum setast endaliga. Tað var ikki eg, sum avgjørdi, hvør skuldi fáa stavið. Tað var alt bygdarráðið, sum saman tók avgerðina. Tað er ikki nakað, sum bara eg kann taka støðu til sjálvur”, sigur Janus Thomsen.
Les eisini: Valdir í kommunustýrið, men møta ikki upp
(Svarini hjá Ronni Hammer í hesari greinini, er partur av einum størri skrivi, sum Ronni Hammer hevur sent til Frihedsbrevet. Hetta er skrivliga viðmerkingin hjá Ronni Hammer í fullum líki:
Aftursvar og viðmerkingar til greinina, ið var í ’Frihedsbrevet’ tann 15 juli 2025, har borgarstjórin í Hvalbiar kommunu hevur úttala seg um meg.
Greinin byrjar við, at eg ætlaði at gerast borgarstjóri og varaborgarstjóri. Tað vil eg siga er púra satt, tí eg vann valið í Hvalbiar kommunu tann 12 nov. 2024 og sjálvandi vildi eg tað, tí fólkið hevði talað.
Listi B vann valið við 286 atkvøðum, meðan listi A við Janusi Thomsen á odda tapti valið við einans 179 atkvøðum. Tað vil siga, at hvalbingar ynsktu eina broyting í bygdarráðið tey næstu 4 árini, har tey ynsktu nýggj fólk at stýra Hvalbiar kommunu.
Eg kallaði lista B til fund og greitt varð, at eg ikki fekk stuðul frá listanum til at gerast borgarstjóri. Vit høvdu nakrir fundir og avgjørt var at stilla Otto West upp til borgarstjóra og meg til varaborgarstjóra, hetta varð undirtøka fyri, men ikki frá Poul Laust Christiansen, tí hann var bangin fyri at fáa ov lítið í sín part. Vit høvdu fleiri fundir, men Poul Laust Christiansen var ikki til at samstarva við — líka frá byrjan av.
Aðrar ætlanir
Poul Laust Christiansen hevði longu lagt aðrar ætlanir, áðrenn seinasta fundin vit høvdu, ið vit vóru óvitandi um. Tær ætlanirnar hevði hann lagt saman við Janusi Thomsen kvøldið fyri á einum privatum fundi, áðrenn vit skuldu fundast um seinastu royndirnar at skipa okkum.
Kvøldið fyri høvdu hann og Janus Thomsen longu skipað samgonguna fyri hvussu Hvalbiar kommuna skuldi skipast og stýrast næstu 4 árini. Janus Thomsen skuldi verða borgarstjóri og Poul Laust Christiansen skuldi verða varaborgarstjóri, tað vil siga, at nú fekk Poul Laust Christiansen ein sera stóran peningaligan fong í sín part fyri at stuðla Janusi Thomsen í at gerast borgarstjóri. Tað vil siga, at Janus Thomsen slapp framhaldandi at varðveita sína borgarstjóra løn og sín borgarstjóra sess, ið hvørgin av teimum høvdu uppiborið frá veljarunum í Hvalbiar kommunu, tí hesa beista gerð vóru teir ikki valdir til av hvalbingum.
Janus Thomsen úttalar seg um ( Hinir kommunustýrisliminir?) Hvørjir eru teir ?
Síðani úttalar Janus Thomsen seg um at ( hinir ? ) kommunustýrisliminir valdu tó aðrar politikkarar og líka síðan tá, havi eg ikki verið á nøkrum fundi hjá kommununi. Hetta hóast borgarar í hvalbiar kommunu rinda honum fasta samsýning fyri at sita í hesum sessi. Janus Thomsen váttar fyri Frihedsbrevet, at eg havi ikki verið á nøkrum bygdarráðsfundi hagar til í ár, síðani eg var á skipanarfundinum í Hvalbiar kommunu í fjør. ”men eg veit ikki hvat eg kann gera við tað. Hann er fólkavaldur” sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í hvalbiar kommunu.
Eg gevi Janusi Thomsen 100 % rætt í, at eg eri fólkavaldur, tað er ongin ivi um tað. Men so er mín spurningur til Janus Thomsen, hvør hevur valt hann til borgarstjóra og givið honum heiðurin at sita sum borgarstjóri fyri hvalbingar í Hvalbiar kommunu? — tí mær vitandi, er hann ikki valdur av fólkinum — sum eg eri.
Sum siður er í Hvalba, er tað ókent, at tveir mans seta seg handan privatar dyr — loyniliga at skipa kommunustýri og val av borgmeistara. Hendan loyniliga fundin visti eg av góðum grundum onki um.
Tað er heldur ikki siður í Hvalba, at undangongumaðurin á listanum sum Poul Laust Christiansen var, — stingur sínar egnu veljarar í ryggin, fyri egnan vinning — loyniliga handan privatar dyr at skipa kommunustýrið, saman við Janusi Thomsen, við at svíkja sínar egnu veljarar og undirgrava fólkaræðið við einans 38 atkvøðum í móti 286 atkvøðum — á sínum egna lista. Hann brúkti 38 atkvøður til at avtaka valúrslitið, ið greitt segði, hvør skuldi stýra Hvalbiar kommunu.
Janus Thomsen hevur fleiri ferðir roynt at spenna bein fyri meg.
Aftaná úrslitið av kommunusamanleggingini í fjør, bjóðaði Janus Thomsen mær borgarstjórasessin. Um eg vildi leggja Hvalbiar kommunu saman við Tvøroyrar kommunu, so kundi eg sita sum borgarstjóri í Hvalbiar kommunu valskeiðið út.
Hetta gjørdi hann, fyri at fáa meg at svíkja fólkið í Hvalba, — áðrenn valið, tí hann visti, at hann fór at fáa stóra mótstøðu frá mær til valið. Mótstøðan bleiv so stór kortini, at fólkið valdi hann frá, so fyri at fáa borgarstjórasessin, bleiv hann sjálvur noyddur at svíkja fólkið saman við Poul Laust Christiansen við at leggja málið um kommunusamanlegging við Tvøroyrar kommunu á hillina, samb. tíðindasendingini í Kringvarpið Føroya tann 22 des. 2024.
Janus Thomsen gjørdi meg fleiri ferðir varhugan við, at eg skuldi minnast til, at eg hevði eitt starv í Hvalbiar skúla sum húsavørður og tí bað hann meg stuðla sær sum borgarstjóra tey næstu 4 árini. Hann fekk greið boð frá mær, at eg stuðlaði honum ikki. Hetta endaði tíverri við, at eg misti mítt 2 ára starv í Hvalbiar skúla. Skúlans leiðsla gav mær skrivliga sera góð ummæli og vildi hava meg at halda fram í starvinum.
Tá ynski frá Janusi Thomsen ikki bleiv gingið á møti, bleiv søkt eftir nýggjum húsavørði, fyri at leggja enn meira trýst á meg — hóast hetta valdi eg at standa.
Eg vildi ikki svíkja veljaran og demokratiska valúrslitið, ið var púra greitt í hesu søk. Eg havi tað sannføring sum siðvenja altíð hevur verið, at tá vit fara út at spyrja fólkið — til øll val, um hvussu vit skulu fara fram, er sjálvsagt, at vit fylgja fólksins rødd. Annars er jú ongin orsøk at biðja borgaran fara á val, tí eg og listi B vóru valdir at leiða Hvalbiar kommunu næstu 4 árini.
Avleiðingarnar av at eg stillaði upp og vann valið — eru at allar demokratiskar siðvenjur blivu skúgvaðar til síðis.
Janus Thomsen sigur seg onki vita sambært Frihedsbrevet um mína ónøgd og undran um hví eg ikki havi møtt til fundir.
Mín niðurstøða er — at tey sum blivu sett høgt, blivu sett lágt av teimum sum sjálvi settu seg sjálvan høgt — og fruktirnar av hesum eru kendar í kommununi. Eg komi ongantíð at halda, at hatta var í lagi og mong bera uppá bløðandi sár aftaná lagnu kvøldið 21 des. 2024.)
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.