Billbugt er aftur! Bill Justinussen og Jan Lamhauge hava enn eina ferð avtalað at gera tíggju partar av Billbugt. Sum nakað nýtt eru fleiri gestir við í Billbugt hesu ferð, har tað verður kjakast um nýggja heimin við Donaldi Trump aftur í Hvítu húsunum. Meðan summi eru stúrin, eru onnur bjartskygd. Er heimurin nærri einum friði ella enn meir stríði? Tað kjakast gestirnir Jón Tyril, kjakari og ábyrgdarstjóri á Hinvegin, og Sólvit E. Nolsø, tingfólk fyri Framsókn, um. Vertir: Jan Lamhauge og Bill Justinussen.   Um tú ert á heimasíðuni, finnur tú poddvarpið her. Ert tú á appini, finnur tú Billbugt undir “Poddvarp” niðast á appini.