Billbugt er aftur! Bill Justinussen og Jan Lamhauge hava enn eina ferð avtalað at gera tíggju partar av Billbugt.

Sum nakað nýtt eru fleiri gestir við í Billbugt hesu ferð, har tað verður kjakast um nýggja heimin við Donaldi Trump aftur í Hvítu húsunum. Meðan summi eru stúrin, eru onnur bjartskygd. Er heimurin nærri einum friði ella enn meir stríði?

Tað kjakast gestirnir Jón Tyril, kjakari og ábyrgdarstjóri á Hinvegin, og Sólvit E. Nolsø, tingfólk fyri Framsókn, um.

Vertir: Jan Lamhauge og Bill Justinussen.

 

Um tú ert á heimasíðuni, finnur tú poddvarpið her.

Ert tú á appini, finnur tú Billbugt undir “Poddvarp” niðast á appini.