Atlantic Airways: Trupulleikar við motorunum á tveimum flogførum
Tað stutta av tí langa
Framleiðararnir av nýggjastu Airbus flogførunum hjá Atlantic Airways hava afturkallað motorarnir í tveimum teirra, tí motorarnir ikki halda eins væl og á gomlu Airbus-flogførunum. Tað hevur longu kostað teimum ferðandi nógva tíð í seinkingum og kann kosta flogfelagnum nógv, tá ið avtornar. “Vit vita enn ikki, hvat hetta fer at kosta”, sigur stjórin. Flogovastin hjá Atlantic undirstrikar, at trygdin er í ordan hóast alt.
Óvanliga nógvar seinkingar
Fert tú á heimasíðuna hjá Atlantic Airways, er tað fyrsta, sum tú sært, ein kunning, har tað stendur:
“Orsakað av, at eitt flogfar fyribils er tikið úr flúgving, ávirkar hetta ávísar fráferðir”.
Atlantic Airways hevur nevniliga í seinastuni verið rakt av nógvum seinkingum. Og orsøkin til tað er, at motorarnir í teimum nýggjastu flogførunum hjá Atlantic eru kallaðir til eitt umfatandi eftirlit, tí framleiðararnir hava staðfest, at fleiri av motorunum hava havt trupulleikar.
“Vit hava fýra flogfør, so tá eitt flogfar verður tikið úr flúgving, so ávirkar tað sjálvandi alla flúgvingina hjá okkum, og tí hava vit havt fleiri seinkingar enn vanligt seinastu tíðina”, sigur Sámal Danielsen, flogovasti hjá Atlantic Airways.
Motorar í tveimum flogførum
Flogfarið, sum nú er tikið úr flúgving, er tað, sum Atlantic hevur doypt Tita. Tað er ein Airbus 320neo. Hetta er eitt nýggjari slag av airbus-flogførum, sum høvdu sínar fyrstu túrar í 2014. Atlantic keypti tvey av hesum flogførum í 2019.
Flogførini hava tó víst seg at hava ávísar trupulleikar, sum tað ikki var roknað við, tá tey komu á marknaðin.
Airbus neo-flogførini eru annars umhvørvisvinarligari enn gomlu airbus-flogførini, tí tey hava lægri oljunýtslu og lægri CO2-útlát. Tað hevur tó víst seg, at motorarnir ikki halda eins væl og mugu tí skiftast fyrr enn á gomlu airbus-flogførunum. Í altjóða flogvinnuni hevur hetta havt stórar trupulleikar við sær, tí allastaðni kring heimin eru tað flogfør, sum hava tørv á motorum.
Vanliga kann ein airbus flúgva 20.000 sonevndar “cycles” — sum er frá tí, at eitt flogfar verður tendrað, til tað verður sløkt aftaná ein túr — og tað skuldu airbus neo-flogførini eisini. Tað verður tó støðugt gjørt eftirlit við flogførunum, og í tí sambandi er blivið staðfest, at fleiri av airbus-neo flogførunum úr einari ávísari framleiðslurøð mugu skifta motor aftaná 4.000 cycles.
“Í øllum heiminum afturkallaðu framleiðararnir, CFM, 80 motorar. Harav vóru tað tríggir motorar, sum sótu í flogførum hjá Atlantic. So vit hava verið rættiliga óheppin”, sigur Sámal Danielsen.
Kenna ikki kostnaðin
“Vit vita enn ikki, hvat hetta fer at kosta okkum”, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
“Í fyrstu syftu kostar tað okkum, tí vit hava verið noydd at leggja túrar saman og leiga flogfør at koma inn at avloysa. Men hvussu nógv vit skulu rinda í sambandi við eftirliti, vita vit ikki, tí vit vita ikki, hvussu nógv verður neyðugt at gera, tá motorarnir fyrst eru tiknir inn til eftirlit. Tað er so eisini ein samráðingarspurningur millum okkum og framleiðaran”, sigur Jóhanna á Bergi.
Tá eitt flogfar fer til eftirlit, verður ein nýggjur motorur, sum verður leigaður, settur í flogfarið, meðan gamli motorurin verður kannaður. Tað tekur tí bara nakrar dagar, áðrenn flogfarið kann flúgva aftur.
Meðan annað Airbus neo-flogfarið hjá Atlantic skiftir motor nú, skal hitt airbus-flogfarið — tann, sum eitur Ingálvur — til eftirlit um ein mánað.
Ongin vandi á ferð
Sámal Danielsen leggur tó dent á, at ongin vandi er á ferð, hóast motorarnir í flogførunum skula skiftast.
“Í ringasta føri kann eitt flogfar væl flúgva, um so er, at ein motorur gekk fyri á ferðini, tí tað eru tveir motorar í flogfarinum. Vit hava heldur ikki upplivað nøkur tekin um, at motorarnir mugu skiftast. Tað er framleiðarin, sum hevur afturkallað motorarnar, og ikki vit, sum hava varnast nakran trupulleika”, greiðir hann frá.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.