Arbeiðseftirlitið steðgaði íbúðarbygging í Runavík
Tað stutta av tí langa
Nógv prát hevur seinastu tíðina verið um vantandi trygd á arbeiðsplássum. Ein av fyritøkunum, sum hevur verið noydd at stramma upp, er Sp/f Jóan Petur Vang, sum byggir íbúðir í Runavík. Eftir eina eftirlitsvitjan 13. oktober, steðgaði Arbeiðseftirlitið arbeiðnum, tí tað ikki livdi upp til trygdarkrøvini. Frihedsbrevet hevur fingið innlit í málið.

“Ikki samvitsku til einki at siga”
1. oktober fekk Arbeiðseftirlitið eina telefonuppringing. Sambært einum innanhýsis telefonnotati var tað eitt fólk, sum segði:
“Haldi, eg eigi at ringja, tí eitt byggipláss, sum eg koyrdi forbí í vikuni, hevði onga trygdarútgerð og hevði eg ikki samvitsku til ikki at siga frá. Talan er um eitt byggipláss niðri við sjóvarmálan í Runavík, har teir eru í gongd við at seta elementir upp”.
Fráboðarin í telefonini vísti á, at elementini stóðu heilt úti við vegin, og bleiv tað hivað í koyribanan. Fráboðarin segði seg ikki hava samvitsku til einki at siga um hetta, tí arbeiðið var váðafult.
Sambært telefonnotatinum svaraðii starvsfólkið hjá Arbeiðseftirlitinum, at hesin hugburðurin um at “slatra” ikki hoyrdi heima í hesum kjakinum, tí talan var um at hjálpa øðrum og soleiðis flyta mørkini í vinnuni. Og hetta var neyðugt, tí hagtøl hjá Arbeiðseftirlitinum vístu, at byggivinnan hevði fleiri vandamiklar skaðar enn onnur arbeiðspláss.
Var ímóti trygdarkrøvunum
Hendan telefonsamrøðan var klokkan átta um morgunin.
Bert tveir tímar seinni ringdi Arbeiðseftirlitið til Jóan Petur Vang, sum byggir íbúðirnar við sjóvarmálan í Runavík.
Sambært telefonnotati hevði Arbeiðseftirlitið boðað frá, at tað var staðfest, at tað var manglandi trygd í samband við arbeiði við betongelementum. Tað vóru eingi rekkverk í hæddini, eingin trygdarlína bleiv nýtt, og var hetta ikki nøktandi.
Jóan Petur Vang hevði svarað, at hansara fyritøka hevði ikki havt nakað arbeiðsóhapp í 20 ár, uttan tvey óhapp uppi á Kongavarða, har tveir persónar fingu skaða, tí teir duttu um eina línu. Hann helt tí, at tað var nógv meir vandafult arbeiða við línu, soleiðis sum Arbeiðseftirlitið kravdi, enn soleiðis sum tað bleiv arbeitt í Runavík.
Hetta góðtók Arbeiðseftirlitið tó ikki, men boðaði frá, at í útgangsstøðinum skal antin rekverk ella lína brúkast í samband við elementmontagu, og “slepst ikki undan hesum”, tí betongselementarbeiðið var at roknað sum vandamikið arbeiði.
Høvdu ikki fylgt boðunum
13. oktober gjørdi Arbeiðseftirlitið eina eftirlitsvitjan í Runavík, og har bar til at staðfesta, at Jóan Petur Vang ikki hevði fylgt boðunum, sum hann hevði fingið í telefonini.
Arbeiðseftirlitið skrivar í sína frágreiðing, at tann eini maðurin, sum tá var til arbeiðis, var fingin niður úr bygninginum og bleiv prátað við hann og víst á vandarnar, sum kundu standast av at arbeiða í hæddini uttan nakra verju. Tað bleiv tí avtalað, at maðurin ikki fór uppá bygningin aftur, fyrr enn Arbeiðseftirlitið hevði góðkent arbeiðsplássið.

Sama dag fekk Jóan Petur Vang boð um at steðga øllum arbeiði á byggiplássinum til Arbeiðseftirlitið hevði góðkent arbeiðsplássið sum trygt.
Jóan Petur Vang hevði hinvegin greitt frá, at teir brúktu ikki línur til sikkring, tí línan var til ampa. Skuldi arbeiðið gerast, kundi trygdarútgerð ikki brúkast, tí vandin bleiv bara størri av trygdarútgerðini, segði Jóan Petur Vang.
Arbeiðið kundi fara í gongd aftur dagin eftir
Men skuldi arbeiðið halda fram, mátti Jóan Petur Vang lova at tillaga seg til krøvini hjá Arbeiðseftirlitinum.
Dagin eftir, at arbeiðið varð steðgað, fór Arbeiðseftirlitið aftur í Runavík, og tá vóru tveir mans til arbeiðis á takinum, sum báðir vóru í trygdarlínu. Tá var eisini tosað við Jóan Petur Vang, sum segði, at timbur var bílagt, soleiðis at eitt stakitt skuldi setast upp, soleiðis at arbeiðsplássið var trygt.
Abeiðsvanlukkur ein trupulleiki í Føroyum
Kringvarpið hevur seinastu tíðina varpað ljós á arbeiðsvanlukkur. Tí hagtøl vísa, at í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í einari arbeiðsvanlukku, og tað er lutfalsliga tað hægsta talið í Norðurlondum. Hartil hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp síðan mars — altso meir enn eina fráboðan um dagin.
Hetta hevur sett spurningin, um Arbeiðseftirlitið riggar nóg væl, og um arbeiðsgevarar virða krøvini frá Arbeiðseftirlitinum nóg nógv?
Firtin inn á Arbeiðseftirlitið
Hóast Jóan Petur Vang tillagaði seg til krøvini frá Arbeiðseftirlitinum, er nógv, sum bendir á, at hann ikki hevur verið væl nøgdur við eftirlitið.
Tí í innanhýsis skjølum sæst, at Jóan Petur Vang ringdi til Arbeiðseftirlitið
20. oktober — altso eina viku aftaná eftirlitsvitjanina, tá Arbeiðseftirlitið steðgaði arbeiðnum í ein dag. Í telefonnotatinum hjá Arbeiðseftirlitinum verður Jóan Petur Vang endurgivin fyri at siga:
“Hvat er galið hjá okkum, tá ið tit blíva við at koyra runt og eygleiða plássið?” “Har er ein hjá tykkum, sum blívur við at koyra runt og hóttir við at steingja byggipláss niður”. “Hann koyrir runt og vísir á manglandi trygd, og tá eg bjóði hann upp, so sigur hann nei. Hann situr bara í bilinum og peikar”. “Hetta er ótrúligt, koma á plássið og krevja eina rúgvu, men so ikki at koma upp at tosa um umstøðurnar”
Frihedsbrevet hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Jóan Peturi Vang, men tað hevur ikki eydnast til hesa greinina.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.