Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Fleiri fyrrverandi nevndarlimir í Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags siga, at Jógvan Thomsen, stjóri á Tryggingareftirlitinum, mælti grunninum frá at leggja saman við LÍV í 2020. Í so fall er talan um brot á tagnarskylduna, tí Tryggingareftirlitið kann ikki úttala seg til onnur um viðurskiftir í ávísum tryggingarfeløgum. Jógvan Thomsen afturvísir søguna 

 

“Vit høvdu flutt uppsparingina í eftirlønargrunninum í LÍV, um Jógvan (Thomsen, red.) ikki segði, sum hann segði. Tað er so einfalt, sum tað”. 

So avgjørdur er Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Sambært honum var Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum, sostatt orsøk til, at Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags bleiv lagdur saman við eftirlønargrunninum hjá Føroya Arbeiðarafelagi (FA) í 2021, og ikki saman við LÍV. 

“Vit hava okkara tryggingar í LÍV, og hava altíð havt eitt fyrimyndarligt samstarv við LÍV. Tað mest natúrliga hevði tí sjálvsagt verið, at Eftirlønargrunnurin eisini bleiv lagdur saman við LÍV”, sigur Eli Brimsvík. 

 

Upprunin til málið
Upprunin til málið eru fleiri mál í sambandi við eftirlit hjá Tryggingareftirlitinum frá 2016 til 2020, har eftirlitið hevði fleiri atfinningar av viðurskiftum í Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags. 

Serliga harðar vóru atfinningar frá Eli Brimsvík, sum er stjóri í Havnar Handverkarafelagi og sum sat í nevndini í Eftirlønargrunninum, og av Sofusi Joensen, sum var nevndarformaður í Eftirlønargrunninum.  Tryggingareftirlitið kom til niðurstøðuna, at hvørgin teirra var skikkaður at sita í nevndini — teir vóru ikki mettir at vera “fit & proper”, sum tað eitur í fakmáli — tí viðurskiftini í Eftirlønargrunninum høvdu ikki verið nøktandi. 

Á sumri 2020 var Tryggingareftirlitið tí við at koma til niðurstøðuna, at Eftirlønargrunnurin skuldi missa sítt loyvi, tí leiðslan fyri grunnin hevði havt so óhóskandi atferð seinastu árini. 

Hetta bleiv fráboðað Eftirløngargrunninum í einum uppskoti til endaliga avgerð. 

 

Avgerandi fundurin
Tí var fundur hildin millum Tryggingareftirlitið og Eftirlønargrunnin hjá Havnar Handverkarafelagi 15. juli 2020. 

Á fundinum luttóku Jógvan Thomsen og Thomas Magnussen fyri Tryggingareftirlitið, meðan nevndin og stjórin umboðaðu Eftirlønargrunnin hjá handverkarafelagnum. Stóri spurningurin var nú, hvat skuldi gerast við uppsparingina í Eftirlønargrunninum, um grunnurin ikki kundi halda fram?

Sambært fleiri vitnum, sum Frihedsbrevet hevur tosað við, skuldi Jógvan Thomsen hava sagt, at nú kundi Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelag leggjast saman við antin Betri Pensjón ella FA. Umboðini fyri Eftirlønargrunnin spurdu, um tey ikki eisini kundu tosa við LÍV.

“Jógvan Thomsen svaraði, at vit skuldu halda okkum frá LÍV “tí har var fíggjarligt óskil, og helst okkurt annað undir uppsigling eisini””, sigur Eli Brimsvík fyri Frihedsbrevet. 

Og hesa frásøgnina vátta Peter Juul Jacobsen og Sofus Joensen, ávikavist fyrrverandi stjóri og nevndarformaður í Eftirlønargrunninum. Sambært teimum vendi Thomas Magnussen úr Tryggingareftirlitinum eisini tummilin niður aftaná útsøgnina hjá Jógvani Thomsen sum eitt greitt tekin til teirra um at ikki fara til LÍV.

Hetta samsvarar eisini við minnið hjá Dánial Paula Djurhuus, fyrrverandi nevndarlimi, sum eisini luttók á fundinum: 

“Vit sótu og tosaðu aftur og fram um, hvar vit nú skuldu fara? Tá bleiv frárátt frá Tryggingareftirlitinum, at vit fóru til LÍV. Eg minnist ikki júst, hvussu orðini feldu, men eg ørminnist, at annar av teimum vendi tummilin niður, tá vit tosaðu um LÍV. Tað skiltist, at har skuldu vit ikki fara. Tað var fatanin, sum allir í nevndini høvdu”, sigur Dánial Pauli Djurhuus við Frihedsbrevet.

Peter Juul Jacobsen og Sofus Joensen siga, at teir báðir vóru teir fyrstu, sum máttu fara av fundinum. Jógvan Thomsen fylgdi teimum út. Tá teir nærkaðust hurðini á bygninginum á Skálatrøð, har Tryggingareftirlitið heldur til, skal Jógvan Thomsen sambært teimum hava peikað móti bygninginum hjá LÍV og sagt “Har fara tit ikki”. 

Frihedsbrevet hevur eisini spurt Jóhan Lamhauge, sum sat í nevndini í Eftirlønargrunninum, og sum var á fundinum, um, hvussu hann minnist, hvat bleiv sagt, men hann hevur onga viðmerking. 

Vit hava eisini roynt at fáa eina viðmerking frá tí seinasta nevndarliminum, sum var við á fundinum, Jan Otto Holm, men tað hevur ikki eydnast til hesa greinina. 

 

Einki samskifti við LÍV
Óansæð hvør orsøkin mundi vera, so er tað ein sannroynd, at aftaná fundin við Tryggingareftirlitinum tosaði Eftirlønargrunnurin við Betri Pensjón og FA og nakrar mánaðir seinni bleiv tað til eina samanlegging við FA. 

“Eg kann vátta, at tað vóru ongar samráðingar millum grunnin hjá Havnar Handverkarafelagi og LÍV. Hví tey ikki spurdu seg fyri hjá okkum, veit eg ikki”, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV við Frihedsbrevet. 

Undrast tú yvir, at grunnurin ikki spurdi seg fyri hjá LÍV?

“Vit halda sjálvsagt, at øll skula velja LÍV. Men tað ráða vit ikki yvir. Kundar kunnu fara, har teir vilja”, svarar Jan Jakobsen stutt.

Sambært Havnar Handverkarafelagi var orsøkin tað, sum bleiv sagt á fundinum við Tryggingareftirlitið. Hevði Tryggingareftirlitið ikki sagt, sum tey søgdu, hevði Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags heilt sikkurt spurt seg fyri hjá LÍV, tí felagið hevur annars nógv samstarv við LÍV. 

 

Havnar Handverkarafelag hevur annars nógv samstarv við LÍV. Men í hesum førinum var einki samskifti millum partarnar, váttar Jan Jakobsen, stjóri í LÍV

 

Orð móti orði
Tey, sum starvast hjá Tryggingareftirlitinum hava tagnarskyldu, og kunnu tí ikki úttala seg um viðurskiftir hjá ymisku tryggingarfeløgunum. Tí er spurningurin, um stjórin og starvsfólkið hjá Tryggingareftirlitinum brutu sína tagnarskyldu á fundinum í 2020?

“Tryggingareftirlitið hevur tagnarskyldu, og tí kann eg ikki úttala meg um tað, sum tú spyrt um”, svarar Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum, tá Frihedsbrevet spyr hann, hvat hendi á fundinum. 

Men tú skilur, at frásagnirnar hjá nevndarlimunum merkja, at tú og tit verða ákærd fyri at hava brotið lógina?

“Tað kenna vit einki til. Tað má eg afturvísa. Vit úttala okkum ikki um ítøkilig tryggingarfeløg” sigur Jógvan Thomsen. 

 

Áralangt stríð
Sum sagt, so hava tað seinastu árini verið fleiri ósemjur millum Tryggingareftirlitið og Eftirlønargrunn Havnar Handverkfelags. Ja, Tryggingareftirlitið metti beinleiðis, at atferðin hjá Eli Brimsvík sum nevndarlim gav orsøk til at halda, at hann ikki var skikkaður at røkja starvið sum nevndarlimur.

Skilur tú, um onkur hugsar, at tykkara ákærur móti Tryggingareftirlitinum eru partur av tí langa stríðnum millum tykkum og eftirlitið? 

“Nei, vit seta ikki spurning við heimildina hjá Tryggingareftirlitinum til at kolldøma okkum sum nevndarlimir. Vit vóru kanska ikki samdir við niðurstøðuni, men vit ásanna, at vit kundu havt gjørt ymiskt betur”, sigur Eli Brimsvík. 

“Men tað broytir ikki, hvat hendi á fundinum. Tá tú spyrt meg, hvat hendi á fundinum, má eg bara siga, sum er. Hatta var tað, sum hendi”.