Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Tá ið flogskiparar og flogternur fara ígjøgnum trygdareftirlitið í Vágum og síðani umborð á eitt flogfar hjá Atlantsflogi, er tað við sera ymiskum treytum. Flogskipararnir kunnu fáa meira enn 70.000 krónur meira í løn enn teirra starvsfelagar flogternurnar. Ein greining hjá Frihedsbrevet vísir, at hesir starvsbólkar eru bæði ovastir og niðastir á listanum yvir sáttmálatryggjaða grundløn í Føroyum. “Eg haldi sjálv, at ein stór ábyrgd liggur á okkum” sigur fakfelagsforkvinnan í Súluni, Sára Eysturoy.

 

Atlantsflog toppar og floppar
Summi starvsfólk í tjóðarflogfelagnum flúgva høgt, meðan onnur eru í fríum falli. Starvsfelagararnir, sum hittast umborð á føroysku flogførunum, eru í báðum endum á samlaða lønarstiganum í landinum. Ein umfatandi greining hjá Frihedsbrevet av arbeiðsmarknaðinum vísir, at hyggja vit at lønunum á privata arbeiðsmarknaðinum, so eru flogskipararnir teir, sum hava hægstu, sáttmálatryggjaðu grundlønina í landinum av teimum fakbólkum, sum eru løntir eftir sáttmála.

Ein flogskipari skal hava eina endaløn upp á 93.445 krónur um mánaðin, sambært sáttmálanum. Byrjanarlønin hjá einum flogskipara er kr. 59.206,00.

Í hinum endanum á lønarstiganum finna vit flogternurnar. Tær skulu hinvegin hava 21.491 krónur um mánaðin sum byrjanar grundløn, sambært sáttmálanum. Meðan endalønin hjá teimum er kr 29.536,21, aftan á 20 ár í starvinum. Um ein nýbyrjað flogterna og ein flogskipari á hægsta stigi flúgva sama túr, er sostatt talan um ein lønarmun upp á smáar 72.000 krónur um mánaðin. 

“Tað er sera harmiligt at vita, at vit liggja niðast á listanum. Okkara løn er deild upp í fleiri partar. Tú hevur grundløn, dagpengar og løn fyri hvønn tíma, sum vit flúgva. Men hóast tað, so blívur man bilsin um at hoyra, at vit liggja niðastar, og tað halda vit ikki er nóg gott”. Tað sigur forkvinnan í Súluni, Sára Eysturoy, nú Frihedsbrevet hittir hana og spyr m.a., um tað kemur óvart á hana, at tey liggja niðast á listanum.

Sambært Sáru Eysturoy eru tað nógv onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi til samráðingar hjá kabinustarvsfólkunum enn bara lønin. 

“Vit hava til dømis lagt stóran dent á frídagar, tí hjá okkum eru so at siga allir dagar á árinum arbeiðsdagar. Tað er ikki sum hjá fólki, ið arbeiða fastar tíðir. Vit hava eisini lagt okkum eftir at tryggja eftirlønarviðurskiftini hjá limunum, soleiðis at vit nú eru á 15% eftirløn, sum arbeiðsgevarin betalir”, greiður Sára Eysturoy frá. 

Hon er lutfalsliga nýggj í forkvinnusessinum í fakfelagnum hjá flogternunum, og tað er nakað, sum bendir á, at hon ætlar sær at leggja hart út á komandi samráðingum. 

“Eg havi fylgt væl við verkfallinum, sum hevur verið, og hvørji krøv hava verið har”, sigur Sára Eysturoy, sum tó ikki vil siga ítøkiliga, hvat tað hevur við sær, tá ið hennara fakfelag stendur fyri tørni. 

Í hesari útrokningini hava vit samanborið sáttmálarnar, sum teir eru júst nú, men onkur hevur verið til samráðingar í ár, meðan onnur ikki hava — eitt nú Súlan skal til samráðingar seinni í ár.

 

Stóra ábyrgd við lægstu lønini
Um hugt verður at einum yvirliti yvir 20 tær lægstu sáttmálatryggjaðu lønirnar í Føroyum, so umboðar fakfelagið Súlan sjey av teimum 20.


 

Í sáttmálanum hjá kabinustarvsfólkunum verður víst til eina “blokk tíma” viðbót. Hetta er ein viðbót, sum starvsfólkini fáa, meðan flogið verður. Hendan viðbótin er 38,61 krónur um tíman. Sambært Vinnuhúsinum var hendan viðbótin í 2023 í meðal 2.625 kr. til 3.377 kr. um mánaðin, alt eftir um talan var um flogternur ella kabinuleiðarar. 

Um hugt verður at hinum starvsbólkunum, sum eru millum 20 teir lægst løntu, sæst, at meirilutin er ófaklært arbeiði, eitt nú sum kahúttgenta ella fólk við yrkiskunnleika men ikki útbúgving undir Samverki. 

Men sum kabinustarvsfólk hjá Atlantsflogi eru alskyns krøv, sum skulu gangast á møti, eitt nú um skúlauppihald og trygdarskeið. 

“Nei, vit halda ikki at okkara løn hongur saman við ábyrgdini, sum vit hava, tí vit sum kabinustarvsfólk hava ábyrgd av trygdini hjá okkara ferðafólkum, og at allar mannagongdir vera fylgdar. Trygdin er okkara hægsta raðfesting, og hartil kemur nógv ábyrgd,” sigur Sára Eysturoy.

“Eg føli, at tey eru míni ferðafólk, tá ið hurðin fer aftur, og eg skal tryggja teimum ein góðan túr. Men um tað ringasta skuldi hent, so er tað skiparin, sum hongur upp á tað,” sigur Sára Eysturoy.

Og tann ábyrgdin sæst eisini aftur hjá flogskiparunum. Hyggja vit nærri at hinum endanum á lønarlistanum sæst, at Flogskiparafelag Føroya eigur allar 20 tær hægstu sáttmálatryggjaðu grundlønirnar á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.


Í yvirlitinum eru viðbøtur ikki taldar við, støða er tikin í sáttmálatryggjaðari grundløn, umframt starvsaldur, ið eisini er ásettur í sáttmálunum. 

Tað er sjálvsagt stórur munur á flogskiparum og flogternum. Flogskiparar hava eitt nú fleiri ára langa útbúgving og hava yvirskipaðu ábyrgdina av ferðini og trygdini umborð. 

 

“Torført at fáa endarnar at røkka saman”
Frihedsbrevet hevur tosað við tvær flogternur, sum vilja vera dulnevndar. 

“Tað er vanligt at arbeiða skeivar tíðir, og hóast nógv fólk halda, at arbeiðið hjá okkum bert er at tæna ferðafólkunum, so hava vit eisini ábyrgd av trygdini umborð”, greiðir ein teirra frá.

Men hvørki krøvini ella ábyrgdin síggjast aftur í lønunum hjá kabinustarvsfólkunum, halda hesar dulnevndu flogternur. 

“Um tað skuldi hent okkurt umborð, so eru vit tær fyrstu, ið fólk leita til. Um onkur verður illa fyri, so eru tað vit, ið taka hond um viðkomandi. Og um okkurt skuldi hent undir túrinum, so liggur tað á okkum at sissa fólk, og í ringasta føri, fáa øll trygt úr flogfarinum” greiðir onnur flogternan frá.

Báðar eru tær samdar um, at lønin als ikki endurspeglar krøvini, sum eru til starvið. 

“Tað er avgjørt ikki fyri at gerast rík, at eg havi valt starvið sum flogterna, men tað kann til tíðir vera torført at fáa endarnar at røkka saman, serliga hesa seinastu tíðina, nú alt er vorðið so dýrt” greiðir flogternan frá.

Hevur tú nakrantíð hugsað um at fara í annað starv?

“Eg havi ofta hugsað um tað, men eg trívist sera væl í starvinum og saman við mínum starvsfelagum. Men tað er ikki óhugsandi, at eg verði noydd at skifta starv, um prísirnir halda fram at vaksa, soleiðis sum teir gera, og lønin hjá okkum ikki veksur tilsvarandi” sigur hon. 

“Tað kann vera eitt sindur ringt at svølgja, at ein sum arbeiðir frá 08.00 til 16.00 í einum handli, skal tjena meiri um mánaðin enn eg. Sjálvandi er tað arbeiðið umráðandi, men her hugsi eg serliga um ábyrgdarmunin í størvunum. Eg havi hugsað um, hvussu nógv lættari tað hevði verið at fingið gerandisdagin at hanga saman, um eg bara arbeiddi fastar tíðir, og afturat tí hevði meiri á kontu hvønn mánað” greiðir hin flogternan frá. 

Tær vilja ikki leggja navn til, men Frihedsbrevet veit, hvørjar tær eru. 

“Øll skuldi roynt at verið flogterna”
Fyri at vera kappingarførur í Føroyum, tá ið arbeiðsloysið er so søguliga lágt, er neyðugt hjá arbeiðsgevarum at hava kappingarføra løn. Hetta er tó ikki reiðiliga støðan hjá Føroya arbeiðsgevarafelag, tá ið tað kemur til starvsfólkini umborð á Atlantsflogi. Tí, sum støðan er í løtuni, er neyðugt hjá kabinustarvsfólkunum at skifta starvsleið, um tey ynskja meiri í løn, tí onki annað flogfelag er í Føroyum.

Kapping er altíð góð, ásannar forkvinnan í Súluni. 

“Tað er sjálvandi trupult at siga, hvussu tað hevði ávirkað lønirnar, um tað vóru fleiri feløg í landinum. Um til dømis Faroe Jet enn var til. Men sjálvandi hevði kapping havt nøkur góð ting við sær,” sigur Sára Eysturoy.

Felagið plagar at hyggja til grannalondini fyri at vita, hvussu viðurskiftini eru har, soleiðis at tað hevur okkurt at samanbera seg við. Men áhugin fyri at gerast flogterna er stórur, sambært forkvinnuni í Súluni. 

“Eg veit ikki, um fleiri høvdu viljað verið flogternur, um fleiri feløg vóru í Føroyum, men sum nú er, er áhugin sera stórur, so tað er sjálvandi gott. Tú kemur øgiliga tætt upp á fólk, og hvør dagur er ymiskur. Tú møtir altíð nýggjum fólki, og tað blívur øgiliga persónligt; tú ert fangaður í hesum rørinum og sleppur ongan veg, sum eg plagi at siga,” sigur Sára Eysturoy.

Rokalig fortíð hjá Súluni
Fakfelagið hjá kabinustarvsfólkunum sá dagsins ljós í 2008; stutt eftir var sáttmáli undirskrivaður við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Áður vóru innanhýsis sáttmálar, ið avgjørdu lønina hjá kabinufólkunum.

Í 2016 legði felagið saman við Starvsfelagnum, og semja var um, at nevndin í felagnum skuldi leggja frá sær, men halda fram sum arbeiðsbólkur undir Starvsfelagnum, og at nevndin í Starvsfelagnum skuldi halda fram óbroytt.


Á myndunum sæst Selma Ellingsgaard, táverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, og Helena Johannesen, táverandi forkvinna í Súluni, tá ið tær undirskrivaðu samanleggingaravtaluna í 2016.

Men longu tvey ár seinni gjørdist greitt, at meirilutin av kabinustarvsfólkunum meldaði seg úr Starvsfelagnum og fóru upp í danska FPU (Flyvebranchens Personale Union). Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, segði seg ikki vera heilt greiðan yvir, hví kabinustarvsfólkini valdu danska felagið framum, men segði samstundis, at hann ætlaði ikki at stilla seg upp ímóti starvsfólkunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði tó ikki heilt sama hugburð. Táverandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagnum, Bogi Jacobsen, segði, at tey ætlaðu ikki at samráðast við eitt danskt felag, og at tað ikki var gjørligt at samráðast við Súluna, tí at nevndin var ikki mannað og tískil ikki virkisfør.

Tað var ikki fyrr enn árið eftir, altso í 2019, at Arbeiðsgevarafelagið og Súlan endiliga kundi semjast um ein sáttmála og sluppu tá undan verkfalli í evstu løtu. Galdandi sáttmálin partanna millum er frá november í 2022.

 

Soleiðis hava vit gjørt hesa greiningina
Hvussu er støðan á arbeiðsmarknaðinum, og hvør er tann sáttmálatryggjaða lønin hjá fólki í Føroyum? Tað eru spurningar, sum redaktiónin hjá Frihedsbrevet hevur arbeitt við seinastu vikurnar. Hetta er sostatt fyrsta greinin í greinarøð, sum eisini fer at seta sjóneykuna á kommunala og almenna arbeiðsmarknaðin. 
Frihedsbrevet hevur hugt at umleið 800 ymiskum lønarásetingum, sum eru ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og oman fyri 30 arbeiðarafeløg. Á grafinum sæst, at oman fyri helvtin av lønarsatsunum á privata arbeiðsmarknaðinum liggja undir 35.000 krónum um mánaðin. Lægsta sáttmálatryggjaða lønin er 21.491,47 kr, meðan hægsta lønin er 93.445,00 kr. Her er talan um ein lønarmun á knappar 72.000 kr um mánaðin, altso meira enn tvífalt tað, sum miðal lønarsatsurin er.


Havast skal í huga, at greiningin einans fevnir um sáttmálatryggjaðar grundlønir. Tað merkir, at tað er ólógligt hjá arbeiðsgevaranum at gjalda arbeiðaranum minni í løn, enn tað sum er ásett í sáttmálanum. Hinvegin er tað onki, ið forðar einum arbeiðsgevara at gjalda meiri enn ásettu minstusløn.

Havast skal eisini í huga, at ein stórur starvsbólkur er ikki við í greiningararbeiðnum. Tað eru sjómenn. Hýran hjá sjómonnum hevur ikki verið alment atkomilig síðani 2016, og er tað framvegis ikki. Tískil hava vit ikki roknað hýrur á t.d. línuskipum og uppsjóvarskipum við í hesum arbeiðinum, tó lønarlagið á farmaskipum og ferðamannaskipum er alment, og er tí við í uppgerðini.